Mælir til at halda elektróniskan aðalfund

Mælir til at halda elektróniskan aðalfund
Freistin at lata Skrásetingini ársfrásagnir fyri 2019 er 1. juli
Skráseting Føroya er partur av Vinnustovninum á Skálatrøð í Havn
 
20.03.2020 - 09:09

Skráseting Føroya hevur onga lógarheimilid at útseta freistina fyri at lata henni ársfrásagnir fyri 2019.

Freistin er 1.juli.

Men ársfrásøgnin skal góðkennast á aðalfundi fyrst. Og teir aðalfundirnir hjá vinnufeløgunum eru nú og í næstum.

Av tí at hvørki vinnufelagalógin ella ársroknskaparlógin loyva Skrásetingini at leingja freistina at halda aðalfund og lata inn ársfrásagnir, mælir Skrásetingin nú til, at tey feløg, sum hava møguleika fyri at halda elektróniskan aðalfund, gera tað, og at feløgini upplýsa um møguleikan at møta á aðalfundinum við fulltrú ella at atkvøða við brævi.

Tilmælið hjá myndugleikunum er, at í mesta lagi tíggju fólk eru saman.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Andaktin
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597