Smyril siglir aftur

Smyril siglir aftur
Strandfaraskipið siglir nú fyrsta túrin, síðani skipið fekk maskinbrek mánamorgunin
 
24.03.2020 - 10:05

Strandfaraskipið Smyril fer av Havnini nú klokkan 10 til Suðuroyar. Hetta er fyrsti túrurin síðani skipið kom á Havnina fyrrapartin í gjár.

Meðan Smyril hevur ligið á Havnini, er brekið sum er í stýringsskipanini umvælt, og nú verður roknað við at Smyril kann halda ferðaætlanina restina av degnum, og til nýggja modulið kemur til landið.

Avtalað er, at modulið kemur til landið 30. mars, upplýsir Jóhan Peter Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329