Skjótt greitt um ákæra verður reist

Skjótt greitt um ákæra verður reist
Fyri páskir fer ákæruvaldið at gera av, um tað skal kanna lutin hjá Landsverki í skúladeplinum í Marknagili og H-bygninginum á Landssjúkrahusinum
 
02.04.2020 - 11:46

Linda M. Hesselberg, varafúti, sigur, at tey hava nú fingið seinastu upplýsingarnar, tey hava biðið um, frá Fíggjarmálaráðnum, sum nú umsitur Landsverk. 

Avgerðin, um málið skal kannast ella ikki, verður tikin í seinasta lagi 8. apríl, sum er mikudagurin í næstu viku.

 >> SÍ EISINI Kanna um ákærur skulu reisast

Heðin Mortensen, sum tá var landsstýrismaður, bað ákæruvaldið kanna fólkini hjá Landsverki, sum hava ábyrgdina av byggingini í Marknagili og við Landssjúkrahúsið.

Tað er skjótt eitt ár síðani. Tað var 21. mai í 2019. Heðin Mortensen sendi málið til fútan eftir at hava fingið eina frágreiðing og eitt tilmæli frá Jógvani Páll Lassen, advokati.  

Heitt varð á ákæruvaldið um at kanna, um grundarlag er fyri at reisa ákæru og endurgjaldskrav móti ábyrgdarfólkum hjá Landsverki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890