Kappingin byrjar kanska fyrst í mai

bannari
Kappingin byrjar kanska fyrst í mai
Fótbóltssambandið eigur avgerðina, men í síðsta enda liggur bólturin hjá landsstýrinum
Neyðugt kann verða, at spæla fleiri dystir um vikuna, tá fótbóltskappingin byrjar aftur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.04.2020 - 13:55

Fótbóltssambandið situr í hesum døgum og umhugsar, hvussu fótbóltskappingin í ár kann bjargast á bestan hátt.

Fleiri ætlanir liggja á borðinum, og tann mest upplagda í løtuni er at bríksla fyrstu dystirnar í gongd um ein mánað og herja á alt summarið.

Fyrsta bríksl skuldi annars ljóða 8. mars, men tað kom ongantíð. Korona kom ístaðin og sendi allar leikararnar í umklæðingarrúmið.

 >> SÍ EISINI Váttað: Ongin fótbóltur næstu tvær vikurnar

Har hava leikararnir bíðað síðani. Hendingaferðir sleppa teir út at venja - einans tríggir í senn, og tað slítur uppá dystarvenjingina.

Samstundis venda øll eygu móti Tórsvølli í Gundadali í Havn, har umsitingin hjá Fótbóltssambandinum vigar ymisku ætlanirnar upp móti hvørjari aðrari.

Sum skilst, er ætlanin, ið liggur fremst í bunkanum  í løtuni, at byrja fyrst í mei. Tá verður áttanda umfar, sum ætlað, og síðani koyrt ahead hvørt vikuskifti uttan summarsteðg.

Fleiri ósvaraðir spurningar

Ætlanin er eisini, at tey sjey fyrstu umførini frá í vár skulu heintast inn við dystum mitt í viku. Ætlanin hevur avbjóðingar við sær.

Fyri tað fyrsta - halda beinini til tveir dystir um vikuna alt summarið? Um ikki - hava feløgini nóg breiðan hóp til tað?

- Megna feløgini at savna áhoyrarar, tá tað er so stutt millum dystirnar? Sleppa áhoyrarar yvirhøvur at fara til dyst?

- Hvussu við ferðing til og úr Suðuroynni mitt í viku?

- Skulu øll 27 umførini spælast, ella er kanska nóg mikið við 18 umførum?

Og so tann týdningarmesti spurningurin, sum er avgerandi fyri, um kappingin kann byrja í mai: Nær sleppa leikararnir úr umklæðingarrúminum og út á vøllin at venja dystarformin upp aftur?

Tað svarið liggur ikki í FSF-hølunum á Tórsvølli; men í Tinganesi, har avgerð skal takast, hvussu nógv fólk kunnu savnast eftir páskir?

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776