Eingin nýggjur koronatilburður

bannari
Eingin nýggjur koronatilburður
Seinasta samdøgrið er eingin tiburður av koronavirusinum staðfestur í Føroyum. Seinasti tilburðurin varð staðfestur 6. apríl
 
14.04.2020 - 07:38

Nú er ein vika farin, uttan at koronasmittan er staðfest í Føroyum.

5.602 fólk eru kannað, og 184 eru smittað.

Tann seinasti tilburðurin varð staðfestur 6.apríl, upplýsir landslæknaembætið í morgun.

Bert 21 sjúk í løtuni

163 fólk eru blivin frísk aftur. 21 fólk eru tí sjúk enn.

Eingin er innlagdur.

6.apríl vóru 4.934 kanningar gjørdar. Síðani eru 668 kanningar gjørdar, og allar hava verið negativar.

102 fólk eru nú í sóttarhaldi, sambært heimasíðuni corona.fo.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650