Taka frástøðu frá kravi um vandaviðbót

bannari
Taka frástøðu frá kravi um vandaviðbót
Nógvir námsfrøðingar eru ørkymlaðir, nú felag teirra krevur vandaviðbót
Fleiri námsfrøðingar taka nú frástøðu frá kravinum um vandaviðbót hjá Føroya Pedagogfelag
 
16.04.2020 - 12:11

Nógvir námsfrøðingar taka frástøðu frá kravinum um vandaviðbót. Føroya Pedagogfelag skuldi heldur víst samfelagssinni í hesi undantaksstøðu, stendur í almennum skrivi.

Tað er fallið fleiri námsfrøðingum fyri bróstið, at Føroya Pedagogfelag í gjár kravdi vandaviðbót til sínar limar fyri at arbeiða, meðan vandin fyri koronasmittuni er til staðar.

Tað sæst millum annað á facebooksíðuni hjá Føroya Pedagogfelag, har fleiri limir gera vart við sína ónøgd.

 >> SÍ EISINI Pedagogfelagið vil hava vandaviðbót

Hetta taki eg ikki undir við. Eg geri gleðiliga mína samfelagsskyldu - uttan lønarískoyti, skrivar ein námsfrøðingur.

Eg eri heldur ikki errin av at vera námsfrøðingur við slíkum úttalilsum. Hvat við at spyrja limirnar fyrst, spyr ein annar námsfrøðingur á facebooksíðuni hjá Pedagogfelagnum.

Fimm námsfrøðingar hava eisini skrivað lagt eitt skriv út á sosialu miðlarnar, har teir taka frástøðu frá kravinum hjá nevndini í Føroya Pedagogfelagi. Ein teirra er Bjarni Beder, sum í fjør sjálvur var tiltakslimur í nevndini í Føroya Pedagogfelag.

 >> SÍ EISINI Fáa ikki vandaviðbót

Við yvirskriftini "Vandaviðbót við afturvirkandi kravt, nei takk" vísa teir fimm limirinir millum annað á, at tað hevði sømt seg betur, um Føroya Pedagogfelag vísti samfelagssinni í hesari undantaksstøðu.

Ístaðin átti felagið at lagt krøvini um viðbøtur til sáttmálasamráðingarnar seinni í ár, halda teir fimm limirnir í Pedagogfelagnum.

Kringvarpið hevur biðið formannin í Føroya Pedagogfelag, Jógvan Philbrow, um viðmerkingar til málið, men hann bar seg undan á døgurða, tí hann var upptikin. Hann lovaði tó, at Pedagogfelagið letur frætta seinni í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Morgunlestur mikudagur 8.apríl 2026
206583
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635