Trump steðgar allari tilflyting fyribils

bannari
Trump steðgar allari tilflyting fyribils
Amerikanski forsetin, Donald Trump, ætlar at steðga allari tilflyting til landið fyribils, sum liður í stríðnum at basa koronusmittuni
 
21.04.2020 - 08:56

Forsetin boðaði frá hesum í nátt, okkara tíð. Forsetin hevur fyrr steðgað allari tilflyting úr Kina og Evropa fyri at forða fyri at virusið breiðir seg. Nú er tað fyri at verja amerikonsk arbeiðspláss. 

Samstundis, sum koronuvirusið hevur kravt meira enn 42.000 amerikonsk mannalív, hevur farsóttin rakt amerikanska arbeiðsmarknaðin meint. 

Meira enn 22 milliónir amerikanarar hava søkt um arbeiðsloysisstuðul seinastu fýra vikurnar, og tað er met høgt tal av arbeiðsleysum.

Eitt av fleiri tiltøkum

Avgerðin hjá Trump, at stongja markið, er eitt av fleiri tiltøkum sum umsitingin hevur sett í verk seinastu vikurnar, skrivar New York Times.

Amerikanska stjórnin hevur fyrr steðgað fólki, ið hava søkt um friðskjól og pappírsleysum tilflytarum at koma inn í landið. 

Funnist hevur verið at Trump fyri tiltakið, og summi leggja hann undir at gera sær dælt av umfarsóttini til at herða tilflytarapolitikkin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666