Nýggjur leiðari í Skógrøktini

Nýggjur leiðari í Skógrøktini
Rakul Arnfríð Dam tekur við eftir Michael Jacobæus, sum gavst í starvinum fyrr í ár
Rakul Arnfríð Dam er nýggjur leiðari í Skógrøktini
 
28.04.2020 - 11:17

Rakul Arnfríð Dam er nýggjur leiðari í Skógrøktini.

Hon hevur starvast í Skógrøktini síðani 1994, ta hon fór í læru sum gartnari í plantualing. Hon hevur eisini tikið stakar lærugreinir í lívfrøði. 

Rakul Arnfríð Dam er 45 ára gomul, og hevur síðani 2006 verið røktarleiðari á Gróðurstøðini í Miðhoydølum hjá Skógrøkt. 

Ábyrgdarøki hjá leiðaranum í Skógrøktini umfatar eisini skógfriðað øki og viðarlundir kring landið.

Skógrøktin varð skipað sum stovnur í 1987, og hevur síðani 2007 verið deild á Umhvørvisstovuni.

Tróndur Leivsson var leiðari í Skógrøktini frá 1987 til 2015, og Michael Jacobæus leiddi deildini frá 2016 til fyrr í ár.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045