Noyðast kanska at læna 2,5 milliardir

bannari
Noyðast kanska at læna 2,5 milliardir
Grønland noyðist kanska at læna upp í 2,5 milliardir krónur. Tað veldst um, hvussu leingi koronakreppan varar
 
29.04.2020 - 08:28

Tað segði Vittus Qujaukitsoq, landsstýrismaður í fíggjarmálum, á tíðindafundi í Nuuk í gjár. Landsstýrið kannar nú, hvussu nógv rentur og avdráttir fara at kosta Grønlandi.

Grønland skyldar bara 230-250 milliónir krónur. Samstundis, sum landsstýrið í Grønlandi kannar møguleikan fyri at læna pengar, kannar tað, hvar er møguligt at spara í fíggjarlógunum fyri 2020 og í 2021.

Verkætlanir, sum ikki eru so neyðugur at fremja, verða útsettar ella strikaðar, sigur landstýrismaðurin. Fyri einum góðum mánað síðani kom landsstýrið við einum hjálparpakka til vinnulívið, sum fær hálva milliard krónur.

Men brúk er fyri fleiri pengum, millum annað til fiskivinnuna og ferðavinnuna, skrivar KNR. Eingir hjálparpakkar eru tó á veg úr landsstýrinum beint nú. Teir koma ikki fyrr enn í heyst, sigur Vittus Qujaukitsoq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585