Fýra milliónir til langhyl í Havn

Fýra milliónir til langhyl í Havn
Arbeiðið verður boðið út í summar
 
30.04.2020 - 13:46

Tórshavnar býráð fer í kvøld at taka støðu til eina tilráðing um at játta fýra milliónir kr. í sambandi við ætlanin at byggja nýggjan langhyl.

Peningurin skal í høvuðsheitum brúkast til at fyrireika verkætlanina endaliga. Talan verður um at taka íSF-húsið niður, at rigga byggiplássið til, og at fara undir jørð- og lendisarbeiðið.

Høvuðsverkætlanin fer til politiska viðgerð um nakrar vikur, og hon verður eftir ætlan boðin út í summar.

Ætlanin er at fara undir byggiverkætlanina í heyst.



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688