Avlopið minkaði í 2019

Avlopið minkaði í 2019
Avlopið hjá Atlantic Airways í fjør var bara 7,8 milliónir krónur eftir skatt, hóast ferðafólkini vóru tíggju prosent fleiri í fjør enn í 2018
 
06.05.2020 - 07:23

Bíligari ferðaseðlar, dýrari brennievni, ein nýggj flogruta og minni leiga gjørdu, at Atlantic Airways hevði eitt verri ár í fjør enn í 2018.

Avlopið í fjør var bara 7,8 mió. kr. eftir skatt, hóast ferðafólkini vóru tíggju prosent fleiri í fjør enn í 2018. Í 2018 var avlopið 16,2 milliónir krónur krónur eftir skatt.

Inntøkurnar fóru úr 547 milliónir krónur í 2018 upp í 574 milliónir krónur í 2019. 

338.000 ferðafólk í fjør

Gjaldførið hjá Atlantic Airways var 142 milliónir krónur við árslok 2019. Tá árið byrjaði hevði felagið 148 milliónir krónur í tøkum peningi. 

Ferðafólkini vóru 338.000 í fjør, og tey hava ongantið verið so nógv. Yvir 40 prosent vóru útlendingar.

Á aðalfundinum hjá Atlantic Airways varð staðfest, at útlitini fyri 2020 eru vánalig. Stór óvissa er um, nær flúgvingin av álvara fer í gongd aftur.

Tveir nýggir nevndarlimir

Fyribils til síðst í juni verður flogið tríggjar ferðir um vikuna millum Vágar og Kastrup. Á aðalfundinum í gjár vórðu Gunn Ellefsen og Esther Dahl valdar í nevndina.

Laila Hentze og Fróði Magnussen vóru í nevndini. Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður og Kaj Johannessen sum næstformaður í nevndini hjá Atlantic Airways.

195 ársverk vóru í felagnum í fjør. Tey kostaðu 126,4 milliónir krónur. Landsstýrið fær einki vinningsbýti, tí tað stendur í lógini frá 2014, tá landið keypti aftur privatu partabrøvini í Atlantic Airways.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328