Ryanair flýgur meiri í summar

bannari
Ryanair flýgur meiri í summar
40.000 fólk flugu við Ryanair í apríl. Sama mánað í fjør var ferðafólkatalið 13,5 milliónir
 
12.05.2020 - 14:15

Ryanair ætlar at flúgva meiri í  juli.

Írska lágprísflogfelagið hevur kunngjørt, at ætlanin er at taka 40 prosent av flogrutunum uppaftur, skrivar AFP-tíðindastovan.

Ryanair sigur, at tey noyðast at bíða bíða, til ferðaforboðið verður sett úr gildi, áðrenn fleiri flogfør fara á flog. 

30 rutur

Síðan koronasmittan av álvara fór at ganga í Evropa í mars, hevur Ryanair bara flogið 30 rutur dagin millum Írland, Bretland og Evropa.

Í apríl flugu 40.000 fólk við Ryanair. Sama mánað í fjør vóru 13,5 milliónir ferðafólk við Ryanair

Ryanari hevur boðað frá, at ætlanin er at siga .3000 fólkum úr starvi í næstum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328