Fimm milliónir til veðurtænastu

Fimm milliónir til veðurtænastu
Fimm milliónir krónur. Meira enn tað skal føroyska veðurtænastan ikki kosta í ár
 
18.05.2020 - 09:58

Samgongan og Sjálvstýri taka ikki undir við uppskotinum um eykajáttanarlóg hjá Tjóðveldi, sum vil lata tríggjar millónir afturat í ár til føroyska veðurtænastu,

Føroyar yvirtóku veðrið í 2009. Veðurtænastan er hjá Vørn, sum fær fimm milliónir um árið til at røkja hana.

Eingin veðurfrøðingur í starvi

Eingin veðurfrøðingur er hjá Vørn, og tí keypa føroyingar millum annað veðurfrásagnir úr Danmark fyri næstan tvær milliónir krónur um árið.

Meirilutin í Fíggjarnevndini sigur, at vil samgongan uppraðfesta veðurtænastuna, skal tað gerast í fíggjarlógini fyri 2021.

Andstøðan í Fíggjarnevndini sigur, at veðurmenningarbólkurin, sum kom við frágreiðing í 2019, sigur, at tað kostar tríggjar milliónir krónur um árið at menna eina veruliga føroyska veðurtænastu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558