Flestu umsóknirnar avgreiddar

Flestu umsóknirnar avgreiddar
TAKS hevur nú avgreitt 34 umsóknir um COVID-19 stuðul sambært hjálparpakka tvey. Ein umsókn er ikki avgreidd enn
 
19.05.2020 - 08:27

Nógv tær flestu fyritøkurnar, sum hava søkt, siga seg hava mist millum 60 og 100 prosent. Tær eru 30.

Hjá hinum fýra er tapið millum 40 og 60 prosent. Higartil eru latnar 1.866.841 krónur í COVID-19 stuðli.

Stuðulin er stigvísur

Miðalstuðulin er 54.907 krónur. Størsti stuðulin er 230.250 krónur. Tann minsti er 4.421 krónur. Stuðulin til fastar útreiðslur hjá fyritøkum er stigvísur. 

Tær fyritøkur, sum missa 60 til 100 prosent, fáa 75 prosent aftur úr landskassanum. Er afturgongdin 40 til 60 prosent, er stuðulin 50 prosent.

Stuðulin er í mesta lagi 80.000 krónur um mánaðin. Stuðul verður ikki latin til fastar útreiðslur, sum eru minni enn 6.000 krónur um mánaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andaktin
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666