Navnið spillir ongan ella ...

Navnið spillir ongan ella ...
Tað eru ofta børnini, sum mugu rinda prísin, tá ið foreldur vilja gera vart við seg í mongdini, sigur danskur kjakari
 
21.05.2020 - 17:38

Danska Familjurættarhúsið hevur kunngjørt lista við seinastu 3.000 fornøvnunum, sum danska navnanevndin hevur góðkent. Nú eru tilsamans 44.000 góðkend fornøvn í Danmark, - nøvn, sum eru langt frá danska navnasiðinum. 

Fyrr hevur tað verið grundreglan í danskari navnalóggávu, at navnið skal ikki verða til ampa fyri barnið, og ein ikki so langur listi var við góðkendum nøvnum. Í 2006 varð danska navnalógin liberaliserað, og nú myndugleikarnir góðkenna mest sum alt, rópar ein ráðmaður á Frederiksberg í kjakinnleggi í Kristiligt Dagblad, varskóð.

Piphat, Zozo og Diddedarling eru nøkur av nýggju nøvnunum, sum eru komin á danska navnalistan. Eisini eru nøvnini Anuson, Heile, Ko, Offer, Kristus, Sørgen, Kaktus, Rasmusbailey, Villads-luke og Ziggimagnus - og fleiri túsund onnur komin á listan.

Ikki til ampa í Føroyum

Í Føroyum er tað Navnanevndin, sum í fyrstu syftu ger av, um eitt ikki-góðkent navn kann verða givið. Einki verður nevnt um, at navnið ikki skal vera til ampa fyri barnið, men dentur verður lagdur á, at navnið skal vera í samljóði við føroyskar málreglur, tá ið kallað verður upp eftir fólki í ættini. 

Fæst góðkenning frá Navnanevndini, er hetta nóg mikið til at fáa navnið skrásett hjá kirkjubókførandi prestinum í sóknini. Sýtir navnanevndin, kunnu foreldrini kæra avgerðina til Umhvørvisstovuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
Góðan morgun Føroyar
206789
Hósdag 9. apríl
Morgunlestur hósdagur 9.apríl 2026
206584
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650