COVID-19: Sætta hvørt fólk er kannað

bannari
COVID-19: Sætta hvørt fólk er kannað
Tilsamans eru 9.084 fólk kannað fyri koronavirus
 
22.05.2020 - 14:59

Meira enn sætta hvørt fólk í Føroyum er nú kannað fyri COVID-19. Tað vísa nýggjastu tølini hjá heilsumyndugleikunum, á corona.fo

Nú eru tilsamans 9.084 fólk í landinum kannað fyri smittuna. Hetta svarar til, at 17,3 prosent av øllum fólkunum í landinum eru kannað, ella meira enn sætta hvørt fólk.

Fyrsti tilburðurin av koronu í Føroyum varð staðfestur 3. mars, og higartil hava 187 fólk fingið staðfest smittuna. Øll eru vorðin frísk aftur.

Í Danmark eru 8,9 prosent av fólkunum, ið svarar til umleið ellivta hvørt fólk, nú kannað fyri COVID-19.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011