Nýtt fólkaheilsuráð valt

Nýtt fólkaheilsuráð valt
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur valt nýtt Fólkaheilsuráð fyri tey næstu fýra árini
Magni Mohr heldur fram sum formaður í Fólkaheilsuráðnum. Trý nýggj fólk eru í ráðnum
Mynd: Mynd: hmr.fo  
 
26.05.2020 - 08:14

Nýtt Fólkaheilsuráð er mannað. Sjey limir eru í ráðnum, og fýra teirra halda fram næstu fýra árini, meðan trý eru nývald. 

Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi, heldur fram sum formaður, meðan Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi, verður nýggj næstforkvinna.

Hini, ið eru vald í Fólkaheilsuráðið, eru:

▪ Unnur S. Fonn, lærari á Skúlatrøð
▪ Hallur Thomsen, viðskiftastjóri hjá Almannaverkinum
▪ Katrina L. Holm, sálarfrøðingur
▪ Katrin Danielsen, kommunulækni
▪ Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur

Unnur S. Fonn, Súsanna Olsen og Hallur Thomsen eru nýggj í Fólkaheilsuráðnum. 

Uppgávurnar hjá Fólkaheilsuráðnum eru millum annað at ráðgeva lands- og kommunalmyndugleikum í sambandi við heilsufremjandi og sjúku- og vanlukku fyribyrgjandi tiltøk.

Ráðið skal eisini skipa fyri, at, ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk verða sett í verk og framd, skrivar Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.

Landsstýrismaðurin tilnevnir sjey limir í Fólkaheilsuráðið, og verða hesi vald fyri fýra ár í senn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025