Læraralønin mótroknað í stjóralønini

Læraralønin mótroknað í stjóralønini
Stjórin á Vinnuháskúlan og Uttanríkis- og mentamálaráðið hava gjørt fráfaringaravtalu
Wilhelm E. Petersen fer úr stjórastarvinum á Vinnuháskúlanum, og fer í lærarastarv á skúlanum, tá næsta skúlaár byrjar
 
26.05.2020 - 09:37

Læraralønin verður mótroknað í stjóralønini.

Tað stendur í fráfaringaravtaluni, sum Uttanríkis- og mentamálaráðið og Wilhelm E. Petersen, stjóri í Vinnuháskúlanum, gjørdu fyri einari viku síðani.

Sambært avtaluni fær Wilhelm E. Petersen stjóraløn tað, sum eftir er av hesum árinum.

Men sambært avtaluni skal Wilhelm E. Petersen byrja sum lærari í fullum starvi, tá næsta skúlaár byrjar. Og læraralønin skal so mótroknast í stjóralønini, stendur í fráfaringaravtaluni.

10.000 kr. í advokathjálp

Uttanríkis- og Mentamálaráðið skal, sambært avtaluni, gjalda Wilheim E. Petersen í mesta lagi 10.000 kr.í advokathjálp.

Wilhelm E. Petersen gevst sum skúlastjóri 1.juni, men hann er fríttstillaður frá 18.mai. Wilhelm Petersen bleiv stjóri í Vinnuháskúlanum í desember 2013.

Søkt er eftir nýggjum stjóra. Freistin at søkja stjórastarvið er til 15.juni.

45 starvsfólk eru í Vinnuháskúlanum og har eru millum 250 til 270 næmingar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045