Heidi Sevdal tryggjaði NSÍ stig

Heidi Sevdal tryggjaði NSÍ stig
Við útjavnandi máli seint í dystinum tryggjaði Heidi Sevdal NSÍ eitt stig móti HB, meðan KÍ vann á útivølli móti ÍVB
Heidi Sevdal skoraði móti gomlu liðfeløgunum
Mynd: BjarnaMyndir  
 
01.06.2020 - 15:03

Tað var Heidi Sevdal, sum skoraði móti sínum gomlu liðfeløgum, og tryggjaði NSÍ annað stigið í dystinum móti HB í Gundadali.

Sara Lamhauge legði heimaliðið framum longu í 6. minutti, og tað var eisini hálvleiksstøðan. Tað sá leingi út til, at HB fór at vinna, men tá eini 10 minuttir vóru eftir at spæla, javnaði Heidi Sevdal.

Føroyameistarin upp á seks stig

KÍ var á vitjan í Fuglafirði, har ÍF/Víkingur/B68 tók ímóti. Talan var um ein javnan dyst, og fyrsta og einasta málið kom ikki fyrrenn í seinna hálvleiki. 56 minuttir vóru spældir, tá Victoria á Lakjuni skoraði eftir innlegg frá Evy á Lakjuni.

HB - NSÍ, 1-1
1-0 Sara Lamhauge
1-1 Heidi Sevdal

ÍVB - KÍ, 0-1
0-1 Victoria á Lakjuni

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327