Metár hjá Runavíkar havn

Metár hjá Runavíkar havn
Umsetningurin var 21 milliónir kr., og nettovinngurin var 11 milliónir, skrivar Runavíkar kommuna
Runavíkar havn hevði metár í fjør.
 
01.06.2020 - 16:03

Runavíkar havn setti met i fjør.

Umsetningurin var 21 milliónir kr., og nettovinngurin var 11 milliónir, skrivar Runavíkar kommuna.

Seinastu 10 árini, frá 2010 til 2019, hevur umsetningurin hjá Runavíkar havn verið góðar 141 milliónir kr., og útreiðslurnar hava verið 84 milliónir.

Sostatt hevur nettovinningurin farnu 10 árini verið 57,2 milliónir kr.

2020 verður eitt broytingarár hjá Runavíkar havn.

Fyrstu ferð í 20 ár verður reglulig farmasigling til og úr Runavík.

Kommunan og Samskip gjørdu fyrr í ár sáttmála, sum ber í sær, at Samskip flytur alt virksemið til Runavíkar í august, gongst sum ætlað.

Húsið, sum Samskip skal leiga frá kommununi, verður umvælt. 

Ravmagn til køli- og frystibingur verður langt inn á økið, og gjørt verður eisini klárt at veita skipa landstreym, sigur Runavíkar kommuna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342