SAS flýgur aftur

bannari
SAS flýgur aftur
Seinni í hesum mánaðinum fer flogfelagið aftur at flúgva til og úr Føroyum
Skandinaviska flogfelagið, SAS, byrjar seinni í hesum mánaðinum at flúgva til Føroya aftur
 
05.06.2020 - 11:54

Seinnu helvt av juni fer SAS aftur at flúgva til Føroya. Tað stendur í einum tíðindaskrivi, sum felagið sendi fyrrapartin, og sum norski miðilin, DN, hevur almannakunngjørt partar úr.

SAS boðar frá, at farið verður at flúgva aftur úr Noreg til kroatia frá 20. juni, og samstundis verður boðað frá, at felagið eisini fer at taka fleiri aðrar rutur upp aftur í seinnu helvt av juni, teirra millum eru Føroyar og Ísland.

Ekstrablaðið skrivar, at tá juni er úti, fer SAS at flúgva 40 rutur aftur. Atlantic Airways flýgur í løtuni fýra túrar um vikuna til og úr Keypmannahavn, og frá 15. juni flýgur felagið eisini til Billund, Aalborg og Keflavíkar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815