90,4 prosent ætla at velja sitandi forseta

90,4 prosent ætla at velja sitandi forseta
Íslendski forsetin er sera væl dámdur, serliga millum elstu veljararnar
Guðni Th. Jóhannesson er sera vælumtóktur sum forseti í Íslandi
 
08.06.2020 - 08:49

Forsetin í Íslandi, Guðni Th. Jóhannesson, er væl dámdur, í hvussu so er sambært fyrstu veljarakanningini, sum er gjørd fyri forsetavalið 27.juni.

90,4 prosent av teimum spurdu søgdu seg ætla at velja Guðna Th. Jóhannesson.

Hitt valevnið, Guðmundur Franklín Jónsson, fær 9,6 prosent í kanningini hjá Gallup.

Kvinnuligir veljarar

Serliga elstu veljararnir søgdu seg ætla at velja Guðmund. 95 prosent av kvinnunum søgdu seg ætla at velja Guðna Th. Jóhannesson og 86 prosent av monnunum.

Gallupkanningin varð gjørd frá 29.mai til 3.juni. 

Guðni Th. Jóhannesson varð valdur til forseta í Íslandi í 2016. Tá vóru átta onnur uppstillað, men Guðni Th. Jóhannesson vann. Hann fekk 39,1 prosent av atkvøðunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742