Stuðulin farin upp um tríggjar milliónir

bannari
Stuðulin farin upp um tríggjar milliónir
TAKS hevur nú avgreitt 67 umsóknir um COVID-19 stuðul eftir hjálparpakka tvey
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.06.2020 - 08:09

COVID-19 stuðulin úr landskassanum eftir hjálparpakka tvey er nú farin upp um tríggjar milliónir krónur. Á middegi í gjár hevði TAKS avgreitt 67 umsóknir. Stuðulin var tríggjar milliónir og 172.000 krónur.

Flestu fyritøkurnar, 55 av teimum 67, siga seg hava mist millum 60 og 100 prosent av umsetninginum. Fyritøkurnar fáa stuðul til fastar útreiðslur, so sum húsaleigu, el, hita, rentur, trygging og fjarskifti.

Tær kunnu fáa í mesta lagi 80.000 krónur um mánaðin. Størsti stuðulin higartil er 214.012 krónur fyri ársfjórðingin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342