Lág smittutøl í Danmark

bannari
Lág smittutøl í Danmark
Hóast danir hava latið meira upp, er smittutalið framvegis lágt
 
14.06.2020 - 09:48

Meðan danir hava fingið grønt ljós til at venja í venjingarmiðstøðum og aftur savnast í størri bólkum, so liggur talið fyri nýggjar koronasjúklingar í Danmark framvegis á lágum stigi. Seinasta samdøgrið eru 40 nýggir koronatilburðir skrásettir. Og tað er eitt friðarligt og gott tal, heldur Lars Østergaard, professari í infektionsheilivági á Arhuus Universiteti. 

Hann sigur við DR, at talið hevur ligið stútt á einum lágum stigi seinastu dagarnar, men tað er ein lítil vøkstur, um vit hyggja nærri, og tað merkir, at tað er umráðandi at fylgja við gongdini, nú Danmark letur meira upp. 

Talið av smittaðum í Danmark var hægst 3. april, tá vóru 473 fólk fingu staðfest korona í eitt samdøgur. 

Síðani tá er kurvan fallin, eisini hóast barnagarðar, vøggustovur og skúlar lótu uppaftur. Hetta er óvæntað, sigur Søren Riis Paludan, professari í Arhuus universtiteti, við DR. 

– Eg hevði væntað fleiri smittutilburður, eftir vit lótu meira upp. Men at vit hava hildið frástøðu og havt gott reinføri hevur ivaleyst hjálpt, og so hevur danska summarið kanska eisini ávirkan á, at tað eru lág smittutøl í dag, sigur hann vi DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585