Nøvnini kosta smáar 82.000 krónur

Nøvnini kosta smáar 82.000 krónur
Sjálv kappingin um nøvnini á teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum kostar 81.600 krónur
Tey trý sjúkrahúsini skulu hava nýggj nøvn. Umleið 200 uppskot eru komin inn
 
17.06.2020 - 07:19

10.000 krónur verða latnar í virðisløn, 26.600 krónur fara til at gera lýsingarátak, tekst, grafikk og lýsing, og 45.000 krónur eru brúktar til lýsingarherferð á øllum teimum stóru tíðindaportalunum í tríggjar vikur.

Meirvirðisgjald er ikki við í hesum prísum. Ætlanin er eisini at gera eitt felags búmerki fyri sjúkrahúsini og eina sniðhandbók um búmerkið. Hetta er mett at kosta 90.000 krónur.

Men annar kostnaður er eisini. Stóra skeltið uttan fyri Landssjúkrahúsið skal skiftast. Verandi skelti har kostaði 100.000 krónur.

Liður í at sameina sjúkrahúsini

Tað hava fýra tingmenn í Norðoyggjum, Jákup Mikkelsen, Frimodt Rasmussen, Beinir Johannesen og Steffan Klein Poulsen, fingið at vita frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni.

Landsstýrismaðurin sigur eisini, at navnakappingin er liður í einari ætlan um at sameina tey trý sjúkrahúsini.

Í fíggjarlógini fyri 2020 eru 500.000 krónur til felags heimasíðu, felags búmerki og felags visjón fyri Sjúkrahúsverkið.

200 uppskot um nøvn

Sambært Sjúkrahúsverkinum er ikki ætlanin at beina burtur brævbjálvar og annað prent, seingjarklæðir og búnar, tí nøvnini verða broytt. Broytingarnar koma, so hvørt nýtt prent og nýggj pløgg verða keypt.

Okkurt um 200 uppskot eru komin um nøvn á sjúkrahúsunum. Freistin at koma við uppskotum fór á middegi fríggjadagin.

Ein dómsnevnd ger eitt tilmæli til landstýrismannin í heilsumálum, sum tekur avgerðina um ólavsøkumundið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531