Rætturin skal døma í harðskapsmáli

Rætturin skal døma í harðskapsmáli
Ein maður í tríatiárunum er ákærdur fyri at hava roynt at koyrt á ein annan mann, sum stóð á einari gongubreyt í Klaksvik í fjør summar
Tann ákærdi noktar seg sekan, og krevur frídøming
 
17.06.2020 - 11:36

Føroya rættur hevur tikið upp til dóms eitt revsimál um serligan ráan og vandamiklan harðskap.

Ein maður í tríatiárunum er ákærdur fyri at hava roynt at koyrt á ein annan mann, sum stóð á einari gongubreyt í Klaksvik í fjør summar.

Hann rakti ikki mannin, men fór so úr bilinum og legði á hann, sigur ákærin, Mads Strandberg Pedersen, við Útvarpið.

Datt og skurslaði seg

Sambært ákæruni tók tann ákærdi um hálsin á hinum, sum datt og skurslaði seg. 

Tann ákærdi noktaði seg sekan og krevur frídøming.

Tvey vitni umframt tann álopni vórðu avhoyrd í rættinum í gjár.

Orsøkin til hendingina í Klaksvík í fjør summar var, sambært tí, sum kom í rættinum, okkurt, sum tann órættaði hevði sagt um tann ákærda á einum portali.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025