Nú verða øll ferðafólk kannað

bannari
Nú verða øll ferðafólk kannað
Øll ferðandi, sum koma til Føroya við flogfari ella skipi, skulu nú kannast fyri koronu
Øll, sum koma til Føroya, skulu nú kannast fyri koronu. Dátueftirlitið góðkendu í gjár avtaluna millum heilsumyndugleikarnar og privata kanningarstovu
Mynd: Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.06.2020 - 09:41

Dátueftirlitið góðkendi seinnapartin í gjár, at øll, sum ferðast til Føroya, kunnu kannast fyri koronu. Tað váttaði stjórin í Dátueftirlitinum, Eyðhild Skaalum, fyri útvarpinum í gjár.

Sostatt hevur eftirlitið endaliga góðkent avtaluna millum Heilsumálaráðið og Sp/f Thetis, og nú er tvungna skipanin, her øll ferðandi, ið koma til landið, skulu kannast, nú sett í verk.

Avtalan millum Heilsumálaráðið og Thetis er galdandi til og við 10. juli. Í løtuni er kortini ógreitt, hvør skipan verður galdandi eftir tann dagin.

Kannaðu ferðafólk í gjár

Fimm flogfør koma í Vágar í dag; trý úr Keypmannahavn, eitt úr Aalborg og eitt úr Billund, sambært heimasíðuni hjá Vága floghavn.

Heilsumyndugleiknarnir vóru á flogvøllinum og gjørdu kanningar seinnapartin í gjár, áðrenn Dátueftirlitið hevði givið endaligt loyvi til at kanna øll ferðandi, sum koma til landið.

Tí kundu heilsustarvsfólkini á flogvøllinum í gjár ikki krevja, at ferðafólkini lótu seg kanna fyri koronu. 125 fólk søgdu ja, og seks fólk ikki vildu lata seg kanna av ymiskum orsøkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025