Tók við viðgerðardómi

Tók við viðgerðardómi
Ein 35 ára gamal maður er dømdur fyri at hava havt annað kynsligt samband enn samlegu við eina 12 ára gamla gentu
 
29.06.2020 - 10:00

Føroya rættur hevur dømt ein 35 ára gamlan mann viðgerðardóm fyri at hava havt annað kynsligt samband enn samlegu við eina 12 ára gamla gentu. 

Hetta hendi á einum sambýli í 2017, upplýsir ákæruvaldið. Maðurin varð ákærdur eftir grein 222 stk. 1 og 225 í revsilógini um annað kynsligt samband enn samlegu við barn yngri enn 15 ár.

Av tí at maðurin er menningartarnaður er hann dømdur viðgerðadóm í í mesta lagi trý ár, Almannaverkið skal hava eftirlit við honum, og hann skal eisini fáa vegleiðing í kynslívi. 

Maðurin er eisini dømdur at rinda gentuni 25.000 krónur í endurgjaldi. Maðurin tók við dóminum, sigur Maria Korsgaard, ákæri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377