Fiskiskapurin hjá ferðafólkum avmarkast

Fiskiskapurin hjá ferðafólkum avmarkast
Ráðharrin í fiskimálum í Noregi hevur avgjørt at broyta reglurnar fyri ferðafólk, sum fiska í landinum
Markið fyri, hvussu nógvan fisk ferðafólk í Norra kunnu taka við sær úr landinum, minkar
 
10.07.2020 - 15:46

Týdningarmesta broytingin er, at bara ferðafólk sum hava fiskað og eru skrásett hjá góðkendari fiski-ferðavinnufyritøku kunnu taka fiskin við sær úr landinum. 

Eg vóni, at hetta fer at styrkja ferðavinnuna á hesum økinum, sigur Odd Emil Ingebrigtsen, sum er ráðharri í fiskimálum í Noregi.

Markið fyri, hvussu stóra veiði ferðafólk kunnu taka við sær úr Noregi, verður minkað úr 20 niður í 18 kilo av kruvdum fiski.

Loyvt verður í mesta lagi tvær ferðir um árið at taka veiðina við úr landinum, og tað er munandi herðing, tí sum nú er, er tað loyvt eina ferð um vikuna. Broyttu reglurnar koma í gildi 1. januar næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andaktin
213532
Sunnudag 20. september
Útiguðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424