Georgia bannar kravi um munnbind

bannari
Georgia bannar kravi um munnbind
Guvernørurin í Georgia í USA bannar býum og kommunum at krevja, at fólk skulu vera í munnbindi
 
16.07.2020 - 17:38

Guvernørurin í Georgia, Brian Kemp, hevur skrivað undir harraboð, sum banna býum og kommunum at krevja, at fólk skulu vera í munnbindi. Tað skrivar The Washington Post.

Sambært blaðnum, ógilda harraboðini krøvini um at brúka munnbind í í minsta lagi 12 býum og kommunum, - millum annað Atlanta, har alsamt fleiri verða smittað.

Koronu-smittutalið í Georgia er seinastu tíðina vaksið, serliga í økinum við Atlanta, vísur yvirlit hjá The New York Times. Har eru 118.147 smittutilburðir og 3.030 fólk eru deyð av smittuni, sambært hagtølum fyri í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303