Biden hartar Trump

Biden hartar Trump
Fyrrverandi varaforsetin í USA, Joe Biden, kallar Donald Trump fyri fyrsta rasistiska forsetan í USA
 
23.07.2020 - 13:53

Biden, sum eftir øllum at døma verður demokratiska valevnið til amerikanska forsetavalið í november, segði hetta í einum fundi við amerikansk fakfelagsfólk.

Eitt heilsustarvsfólk var stúrið um, at Donald Trump hevur kallað koronuvirusið fyri kinesiska virusið. Biden svaraði við at kallað Trump fyri rasist. 

Tað er spýggiligt, at Trump ikki fer eins við øllum. Eingin annar amerikanskur forseti hevur gjørt tað fyrr. Ongantíð. Eingin republikanari og eingin demokratur, segði Joe Biden.

Talsfólk roynir at slætta sjógv

Tað hava verið rasistar í USA, teir hava verið til, og onkur hevur roynt at gerast forseti. Men tað er ikki eydnast hjá nøkrum uttan hjá Trump, segði Joe Biden.

Eitt talsfólk hjá Donald Trump finst at Biden fyri útsøgnina, og sigur, at Trump elskar øll menniskju og arbeiðir hart fyri at betra um umstøðurnar hjá øllum amerikanarum.

Fleiri fyrrverandi amerikanskir forsetar hava átt trælir ella hava ført politikk, sum hevur kúgað ávísar fólkabólkar, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167