Krevja konsulát stongt

Krevja konsulát stongt
Kina fer at krevja, at amerikanska konsulátið í kinesiska stórbýnum, Chengdu, skal stongja
 
23.07.2020 - 14:47

Avgerðin er eitt aftursvar til USA, eftir at amerikanarar óvæntað kravdu, at kinesiska konsulátið í Houston skuldi stongja, skrivar South China Morning Post.

Tað er óvist, hvat liggur aftan fyri amerikansku avgerðina um at stongja konsulátið í Houston, men tað er enn eitt stig í stríðnum millum USA og Kina.

Amerikanska stjórnin segði, at avgerðin snýr seg um at verja amerikanskar upplýsingar, og republikanski senatorurin, Marco Rubio, hevur kallað konsulátið fyri eitt njósnarareiður, men eingi prógv eru fyri hesum, skrivar Berlingske.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andaktin
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364