Maður álopin á barr í gjárkvøldið

Maður álopin á barr í gjárkvøldið
Tað stóð ikki um lív, men maðurin hevur fingið skaða.
 
27.07.2020 - 07:10

Stutt fyri midnátt í gjárkvøldið varð løgreglan boðsend til eina barr í Havn, tí ein maður varð illa sligin av einum øðrum. Báðir vóru teir ávirkaðir av rúsdrekka, og maðurin, sum varð álopin hevur fingið skaða, tó at løgreglan enn ikki veit, hvussu umfatandi skaðarnir eru.

Maðurin er blivin kannaður av lækna, og løgreglan sigur seg fylgja málinum í dag. Løgreglan handtók ikki álopsmannin í gjárkvøldið, men sigur seg vita, hvør maðurin er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026