11 smittutilburðir á Cassiopeia

bannari
11 smittutilburðir á Cassiopeia
Skipið verður fyribils liggjandi í Norðhavnini til í morgin
Cassiopeia liggur framvegis í Norðhavnini í Ánunum
Mynd: Pól Sundskarð  
 
30.07.2020 - 09:57

11 tilburðir av koronasmittu er nú staðfestir umborð á farmaskipinum Cassiopeia, sum er skrásett í Litava.

Tað upplýsir Faroe Agency, sum umboðar skipið í Føroyum, fyri Kringvarpinum í morgun.

Ólavsøkuaftan vóru seks tilburðir staðfestir, og nú eru fimm av manningini smittaðir aftrat.

Hvat hendir við skipinum og manningini, er framvegis óvist, men fyribils liggur skipið til í morgin, meðan reiðaríið tekur støðu til, hvussu farast skal fram, sigur Faroe Agency.

Manningin á Cassiopeia er avbyrgd umborð, og sleppur ikki í land, sigur Karl-Erik Reynheim á Faroe Agency.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037