Hava brotið inn og fest í

Hava brotið inn og fest í
Politiið hevur tryggjað sær spor, men vil fegið frætta meira um eldsbrunan í Lítlaskógi í Havn í nátt
Boðað varð frá eldi í Lítlaskógi í nátt
 
30.07.2020 - 11:50

Klokkan tíggju minuttir í tvey í nátt fekk politiið fráboðan um, at eldur var í dagstovninum Lítlaskógi í Djóna í Geil gøtu i Havn.

Brandávaringin í stovninum hevði boðað frá á Brandstøðini.

Onkur hevur brotið ein rút í dagsstovninum og hevur fest í í tveimum støðum inni, millum annað í einum ruskílati.

Hava tryggjað sær spor

Men eldurin fekk ikki stundir at breiða seg.

Politiið hevur tryggjað sær spor á staðnum og hevur fingið onkra fráboðan, men vil fegið frætta frá fleiri fólkum, sum halda seg hava sæð ella hoyrt okkurt.

Fólk í grannalagnum hjá Lítlaskógi eru avhoyrd fyrrapartin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890