Fiskivinnusamráðingar slitnaðar

Fiskivinnusamráðingar slitnaðar
Samráðingarnar millum Grønland og ES um eina fiskivinnuavtalu frá 2021 til 2027 eru slitnaðar
 
03.08.2020 - 09:03

Tað skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq á heimasíðuni hjá blaðnum. Partarnir hava havt trý samráðingarumfør.

Samráðingarnar hava verið harðar. Partarnir eru farnir hvør til sítt, og eingin fundur er avtalaður, sigur ein kelda, sum vil vera ónevnd, við Sermitsiaq.

ES krevur størri kvotu

ES krevur at fáa størri kvotu, og í minsta lagi somu kvotu sum higartil. Grønlendingar vilja skerja kvotuna til ES.

Hóast ES í samráðingunum hevur kravt at fáa størri rækjukvotu í Vesturgrønlandi, vil ES ikki gjalda meira afturfyri.

Grønland krevur í sínum lagi, at allar ES-kvotur í grønlendskum sjógvi minka. Skip úr ES-londum hava í fleiri ár fiskað tosk, rækju, svartkalva og lodnu í grønlendskum sjógvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483