Fimta dagin á rað: Fleiri nýggir tilburðir

Fimta dagin á rað: Fleiri nýggir tilburðir
Sjey nýggir tilburðir av koronu vórðu staðfestir í Føroyum leygardagin
Talið av koronutilburðum í Føroyum veksur framvegis
 
10.08.2020 - 16:14

Seks nýggir tilburðir av koronu vórðu staðfestir í Føroyum leygardagin, og higartil er ein tilburður staðfestur sunnudagin.

Tað upplýsir landslæknin, nú royndirnar frá leygardegnum eru liðugt greinaðar og byrja er at greina kanningarnar frá sunnudegnum. 

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur við útvarpið, at tað gongur rætta vegin nú, men hann leggur dent á, at enn er neyðugt at vera á varðhaldi. 

Mælir til at brúka

 Hendan støðan við koronu fer at halda fram í øllum førum eitt ár aftrat; til tann dag, vit hava eina koppseting. Tí mugu vit altíð vera á varðhaldi, tað mugu vit ikki gloyma.

– Tí tað eru ikki ferðafólk, ið hava borið smittuna til Føroya, men føroyingar, sum hava verið uttanlands, og útisetar. Tað er ólavsøkan og privatar veitslur, ið er orsøkin til verandi støðu, sigur landslæknin.

Og í tíðindaskrivi frá Heilsumálaráðnum mælir landslæknin eisini til, at fólk brúka masku.

 Sum støðan er í løtuni, meti eg tað vera sera hóskandi, at vit brúka maskuna, tá vit til dømis eru til handils, ella tá vit eru innandura, har fleiri fólk savnast, sigur landslæknin.

Útlendingarnir staðfestir frískir

Samstundis, sum sjey nýggir tilburðir vórðu skrásettir í dag frá royndunum leygardagin, eru 10 persónar staðfestir frískir frá sjúkuni. 

Talan er um teir útlendingarnar, sum fingu staðfest smittuna í samband við, at trý skip lógu við bryggju í Ánunum í Klaksvík upp undir ólavsøku. Hesir eru allir farnir av landinum aftur. 

Sostatt eru 88 fólk smittað í løtuni, og talan er í øllum førum um persónar, sum hava føroyskt p-tal. Í løtuni verður arbeitt við at greina tær síðstu royndirnar frá sunnudegnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870