Vil hava at vita, nær fyrisitingin flytur

Vil hava at vita, nær fyrisitingin flytur
Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður, hevur sett landsstýrismanninum í samferðslumálum fyrispurning um fyrisitingina hjá Vága- og Norðoyatunlinum
Fyrisitingin hjá Vága- og Norðoyatunlinum er framvegis í Havn, hóast hon skuldi flyta til Runavíkar
 
13.08.2020 - 09:18

Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum vil nú at hava at vita frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í samferðslumálum, hvussu gongur við ætlanini at flyta fyrisitingina hjá Vága- og Norðoyatunlinum úr Havn til Runavíkar. 

Fyrrverandi landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, avráddi við leiðsluna í tunnilsfelagnum, at fyrisitingin skuldi flyta úr Havn til Runavíkar 1. januar í 2019. Tað upplýsti Aksel V. Johannesen, sum tá var løgmaður, í ólavsøkurøðuni í 2018.

Leiguavtala gjørd

Men málið hevur drigið út, og fyri løgtingsvalið í fjør frættist, at leiguavtala varð gjørd um høli í Runavík. Tó skuldu umvælingar gerast, áðrenn flytast kundi inn.

Einki hevur verið at frætt um málið í meira enn eitt ár, og tí er áhugavert at vita, um gongd er í málinum, og nær væntast kann, at fyrisitingin verður flutt, sigur Aksel V. Johannesen í viðmerkingunum til fyrispurningin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674