Trump ætlar sær ikki við á toppfund

Trump ætlar sær ikki við á toppfund
Putin hevur tikið stig til toppfund fyri at kjakast um Iran. Trump ætlar sær allarhelst ikki við, tá ið heimsleiðararnir hittast
 
16.08.2020 - 09:21

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur biðið heimsleiðararnar um at hittast og tosa um støðuna í Iran. 

Forsetin í USA, Trump, segði á tíðindafundi í Bedminster, New Jersey, at hann ætlar at seta revsitiltøk í verk móti Iran í næstu viku. 

Tað sigur hann dagin eftir, at trygdarráðið hjá ST hevur noktað at víðka um eitt ST vápnabann í Iran, sum USA hevur biðið um. 

USA hóttir við revsitiltøkum móti Iran, og hann nýtir eina áseting í einari avtalu um atomvápn millum Iran og heimsleiðararnar frá 2015. 

Orsøkin til revsitiltøk í móti Iran, er nýtslan av atomvápnum. USA og fleiri onnur lond hava sett revsitiltøk í verk móti Iran fyri at fyribyrgja nýtslu av atomvápnum. Londini revsa eisini Iran fyri at stuðla víðgongdum felagsskapum, so sum Hamas og IS. 

Fríggjadagin skjeyt Putin upp at heimsleiðararnir hittast og kjakast um Iran. Spurdur um hann ætlar sær við, svarar Trump "allarhelst ikki". 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Hósdag 26. november
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
217028
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915