Sendistovur hildu ikki játtanina

Sendistovur hildu ikki játtanina
Hinvegin varð nógv minni brúkt til at marknaðarføra Føroyar í fjør, sigur Landsgrannskoðanin
Allar sendistovurnar, uttan tann í Kina, brúktu meira enn játtað í fjør
 
17.08.2020 - 11:01

Allar føroysku sendistovurnar vóru dýrari at reka enn ætlað í fjør.

Allar, uttan tann í Kina, men hon byrjaði so seint í árinum, at øll játtanin bleiv ikki brúkt.

Játtaðar vórðu tríggjar milliónir krónur, men av tí at sendistovan í Beijing ikki byrjaði fyrr enn í september, kostaði sendistovan góðar 1,2 mió. kr. í fjør.

Hinar sendistovurnar kostaðu úr 43.000 krónum - tann í Danmark - upp í 491.000 krónur - tann í London - meira enn tær fingu í fíggjarlógini.

Brúktu minni til marknaðarføring

Ein millión var sett av til at marknaðarføra Føroyar í fjør. Men bara 30.000 kr. eru brúktar til hesa marknaðarføring.

Pengarnir verða brúktir til vinnuferðir og onnur tiltøk, sum landsstýrismaðurin í uttanríkismálum stendur á odda fyri. 

Minni varð gjørt av hesum í valárinum 2019, hevur Landsgrannskoðanin fingið at vita. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952