Pakistanar royna kinesiskt koppingarevni

Pakistanar royna kinesiskt koppingarevni
Koppingarevnið fyri koronu verður eisini roynt í Russlandi, Kina, Argentina og Saudiarabia
Meira enn 6.000 fólk eru deyð av koronu í Pakistan
 
19.08.2020 - 09:07

Myndugleikarnir í Pakistan boða frá, at teir hava givið heilsuverkinum loyvi at royna eitt kinesiskt koppingarevni fyri koronau.

Tað skrivar franska tíðindastovan, AFP.

Koppingarevnið verður roynt á triðja stigi, sum er tað seinasta, áðrenn evnið endaliga verður góðkent at nýta til fólk.

Koppingarevnið verður eisini roynt í øðrum londum, í Kina, Russlandi, Kili, Argentina og í Saudiarabia, upplýsa pakistansku myndugleikarnir.

6.000 fólk deyð

Koppingarevnið, sum nú verður roynt, er ment á tveimum stovnum í Kina.

Meir enn 6.000 fólk eru deyð í Pakistan av koronuvirusinum, vísir ein uppgerð hjá myndugleikunum.

- Vónandi fer royndin at hava við sær, at koppingarevnið verður klárt um tríggjar til fýra mánaðir, sigur Abdul Bari, sum er stjóri á stóra Indus sjúkrahúsinum í Karachi, við AFP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483