UEFA: 3-0 til KÍ var eitt mistak

UEFA: 3-0 til KÍ var eitt mistak
KÍ boðar frá í tíðindaskrivi seinnapartin, at UEFA fer at taka støðu mánadagin. Dysturin í Sveis er mikudagin.
Ikki fyrr enn mánadagin fær KÍ at vita, um felagið hevur vunnið dystin, sum ikki bleiv spældur..
 
22.08.2020 - 16:24


Tað er framvegis óvist, um tað verður KÍ ella Slovan Bratislava, ið fer víðari í evropeisku meistarakappingini, Champions League.

KÍ boðar frá í tíðindaskrivi seinnapartin, at UEFA fer at taka støðu mánadagin.

Málið skal viðgerast í aganevndini hjá UEFA mánamorgunin.

Fyrrapartin skrivaði UEFA annars á heimasíðuni, at KÍ stóð til at vinna dystin 3-0.

Tað var eitt mistak.

Støða ikki tikin enn

Og UEFA staðfestir samstundis, at eingin endalig støða er tikin í málinum enn.

- Vit kunnu ikki vænta greið boð frá UEFA fyrr enn mánadagin, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.

KÍ er kortini farið undir fyrireikingarnar til dystin ímóti Young Boys mikudagin.

KÍ hevur biðið um at fáa dystin í Sveis útsettan til hósdagin, men tann umbønin var ikki gingin á møti.

UEFA hevur biðið bæði KÍ og Slovan Bratislava fyrireika seg til at spæla ímóti Young Boys mikudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026