Shinzo Abe leggur frá sær

Shinzo Abe leggur frá sær
Forsætisráðharrin hevur í mong ár havt eina tarmsjúku, men heilsustøðan er versnað nógv seinastu árini
Shinzo Abe leggur frá sær sum forsætisráðharri í Japan
 
28.08.2020 - 08:49

Japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe, leggur frá sær av heilsuávum. 

Tað boðar BBC frá, og endurgevur japanskar miðlar. 

Forsætisráðharrin hevur í mong ár havt eina tarmsjúku, men heilsustøðan er versnað nógv seinastu árini. 

Sambært japanska miðlinum, NHK, leggur Shinzo Abe frá sær, tí hann vil ikki, at heilsustøðan hjá sær skal gerast ein trupulleiki fyri stjórnina.

Shinzo Abe tók við sum forsætisráðharri í 2012, og hann eigur metið sum tann forsætisráðharri, ið hevur sitið longst út í eitt í Japan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598