- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ódnarveður í Japan
Ódnarveður í Japan
Fleiri enn 200.000 fólk eru flutt úr ymsum økjum í Japan, tí vandi er fyri ógvusligum illveðri

06.09.2020 - 15:04
Tropiska ódnin, Haishen, hevur rakt Japan, og hon hevur nógv regn og nógvan vind við sær.
Haishen tekur land í Japan bara fáar dagar eftir ódnina Maysak, sum er ein av harðastu tropisku ódnunum í fleiri ár.
Haishen fer helst at hava kós til vestara part av landinum. Fleiri fyritøkur, skúlar og virki hava latið aftur.
Ódnarveðrið hevur eisini havt við sær, at hundraðtals flogfør og tok eru avlýst.
Nógv fólk eru flutt burtur, teirra millum eru øll fólkini í býnum Goto í Nagasaki, sum ódnin fer at raka beinleiðis.
Vandi er eisini fyri vatnflóð.
Ódnin Haishen fer víðari í morgin, og tá hevur hon kós móti Suðurkorea.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























