Útbúgvingarsamskipari hjá læknum settur

Útbúgvingarsamskipari hjá læknum settur
Turid Holm Johannesen, kommunulækni, verður samskipari hjá læknum, sum eru í útbúgvingarstarvi í almennum medisini
 
08.09.2020 - 13:48

Turid Holm Johannesen er sett sum útbúgvingarsamskipari hjá læknum, sum eru í introduktiónsstarvi og høvuðsútbúgvingarstarvi í almennum medisini. Hetta eru læknar, sum vanliga fara at starvast sum kommunulæknar.

Turid Holm Johannesen er 37 ára gomul, og starvast sum kommunulækni í Kirkjustræti í Hoyvík.

Skal eisini vera bindilið

Sum útbúgvingarsamskipari fær hon ábyrgd av at stuðla undir og virka fyri dygdini í KBU, intro og høvuðsútbúgvingini í almennum medisini. Eisini verður hon sum samskipari bindilið millum útbúgvingarlæknar, tutorlækna, praksis og Landssjúkrahúsið.

Talan er um fast starv í 18 tímar um mánaðin.

Introduktiónsstarv er eitt innleiðslustarv til eina ávísa sergrein, áðrenn læknin fer undir høvuðsútbúgvingina í somu sergrein. KBU er stytting fyri klinisk basisuddannelse, sum er fyrsta stigið víðari á yrkisleiðini hjá útbúnum læknum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595