Jan Ziskasen bíðar eftir fundarboðum

Jan Ziskasen bíðar eftir fundarboðum
Stjórin á Føroya Tele hevur uppsagnartíð í seks mánaðir, og tí er virksemið á Føroya Tele sum vanligt
Uppsøgnin hjá Jan Ziskasen, stjóra á Føroya Tele, stendur við
 
11.09.2020 - 12:55

Støðan á Føroya Tele er óbroytt, og uppsagnirnar hjá Jan Ziskasen, stjóra, og Ómari Svávarsyni, nevndarformanni, standa við.

Tað sigur Jan Ziskasen, stjóri í dag. Hann vil kortini ikki gera nakrar viðmerkingar til støðuna.

Teir báðir vóru á fundi við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, mánadagin, og tá avráddu teir at hava fund aftur í gjár. Men tann fundurin hevur ikki verið, og Jan Ziskason sigur, at hann ikki hevur fingið fundarboð.

Ein orsøk kann vera, at landsstýrið er saman á Hotel Brandan at viðgera politisku støðuna.

Jan Ziskasen sigur, at hansara uppsagnartíð er seks mánaðir, og tí er virksemið á Føroya Tele sum vanligt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303