Fiskaútflutningurin minkaður eina hálva milliard

Fiskaútflutningurin minkaður eina hálva milliard
Afturgongdin er umleið 10 prosent, vísa tøl hjá Hagstovuni
Fiskaútflutningurin er nógv minkaður í hesum árinum
 
16.09.2020 - 15:27

Fiskaútflutningurin minkaði næstan eina hálva milliard fyrstu sjey mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør.

Afturgongdin er umleið 10 prosent, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Størsta afturgongdin er í útflutninginum av toski og laksi.

Í ár hevur virðið av toskaútflutninginum verið 180 milliónir kr. minni fyrstu sjey mánaðirnar í fjør, ella ein fjórðing, og laksaútflutningurin er minkaður 143 milliónir kr., ella sjey prosent. 

Nøgdin eisini minkað

Nøgdirnar eru eisini minkaðar.

Tilsamans er fiskaútflutningurin fyrstu sjey mánaðirnar í ár minkaður 14 prosent.

Nøgdin av toski er minkað 29 prosent, og nøgdin av laksi er átta prosent minni enn sama tíðarskeið í fjør, visa tølini hjá Hagstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
207573
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533