Italienarar á fólkaatkvøðu

Italienarar á fólkaatkvøðu
Skulu atkvøðu um italska parlamentið skal skerjast
Italska parlamentið
 
20.09.2020 - 14:19

Fólkaatkvøða er í Italia í dag og í morgin, har veljararnir skulu taka støðu til, um italska parlamentið skal minka úr 945 limum niður í 600 limir.

Um meirilutin atkvøðir fyri at minka um talið av parlamentslimum, verður broytingin sett í verk í 2023.  

Og veljarakanningarnar vísa, at tað er ein lítil meiriluti fyri broytingini, skrivar millum annað bretska blaðið, The Guardian. 

Harumframt er lokalval í sjey økjum í landinum, har umleið 1.000 borgarstjórar og sjey guvernørar standa fyri vali. Umleið 37 prosent av italsku veljarunum hava valrætt til lokalvalið í dag og í morgin. 

Politiskir eygleiðarar siga, at valið verður fyrsta ábendingin um, hvat veljarar halda um handfaringina hjá lokalu myndugleikunum av Covid-19 kreppuni. 

Upprunaliga var ætlanin, at fólkaatkvøðan og lokalvalið skuldu vera í mai, men blivu bæði valini útsett vegna støðuna við koronasmittuni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444