Tríggir smittutilburðir aftrat

bannari
Tríggir smittutilburðir aftrat
Eingin tilburður er staðfestur í kanningunum á Glasi, Skúlanum á Fløtum ella Býlingshúsinum á Norðastahorni, sigur virkandi landslæknin
Ongin av teimum trimum tilburðunum eru staðfestir millum starvsfólk og næmingar á Glasi, Skúlanum á Fløtum ella Býlingshúsinum á Norðasta Horni. Myndin er frá koronukanningunum á Glasi í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.09.2020 - 13:45

Tríggir tilburðir av koronasmittuni vóru staðfestir í gjár, boðar Heilsumálaráðið frá.

Olga Kristina Hansen, virkandi landslækni, sigur, at ongin av teimum trimum tilburðunum eru staðfestir millum starvsfólk og næmingar á Glasi, Skúlanum á Fløtum ella Býlingshúsinum á Norðasta Horni.

Tilburðirnir hava tó samband við aðrar tilburðir, sum eru staðfestir seinastu dagarnar.

Greiða er sostatt fingin á smittuketunum í hesum sambandi, sigur virkandi landslæknin.

24 fólk eru nú smittað við covid-19, 413 eru vorðin frísk aftur.

941 kanningar vóru gjørdar í gjár. Tilsamans eru 115.982 gjørdar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086