24 vilja vera sendifólk í Ísrael

24 vilja vera sendifólk í Ísrael
20 menn og fýra kvinnur hava søkt, og allir umsøkjararnir eru føroyingar
Ætlanin er at seta starvið sum sendifólk í Ísrael umleið 1. november
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.09.2020 - 14:35

24 fólk hava søkt um at gerast føroyskt sendifólk í Ísrael.

Freistin at søkja starvið sum sendifólk á nýggju føroysku sendistovuni í Tel Aviv var úti á middegi í dag

Av teimum 24 umsøkjarunum eru 20 menn og fýra kvinnur. Allir umsøkjararnir eru føroyingar.

Starvið sett umleið 1. november

Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum sigur, at nú verður farið undir at viðgera umsóknirnar, og hann væntar, at umleið 1. november verður klárt at seta starvið.

Ætlanin er, at føroyska sendistovan í Tel Aviv skal lata upp sum skjótast. Poul Geert Hansen sigur, at koronusjúkan, sum eisini hevur rakt Ísrael, hevur elvt til onkrar seinkingar, men hann roknar við, at sendistovan letur upp fyri ársskiftið.

Víðfevnt arbeiðsøki

Í starvslýsingini stendur millum annað, at uppgávurnar sum sendifólk millum annað eru at umboða føroyskar myndugleikar mótvegis ísraelskum myndugleikum og øðrum sendistovum í Tel Aviv, at røkja sambond við ísraelskt vinnulív og mentanarlív, og annars virka fyri at fremja føroysk áhugamál.

Arbeiðsøkið fevnir tí um bæði politiskt, vinnuligt og mentanarligt samstarv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928